
Lýsing
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til fulltíðarstarv ella tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til partíðarstarv
Um Heilbrigdi:
Heilbrigdi er viðgerðarheim, sum síðan 1986 hevur viðgjørt rúsevnismisnýtarar sambært 12 stiga skránni hjá AA – eisini kallað Minnesota viðgerðin.
Lýsing:
Sum sjúkararøktarfrøðingur á Heilbrigdi, kemur tú at starvast innan avrúsing, visitatión og heilivágsviðgerð, saman við okkara trimum læknum og starvsfólkum annars, eins og tú kemur at geva sjúkrarøkt eftir tørvi sjúklingsins.
Vit vænta, at umsøkjarin:
- hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- hevur hug og hegni at arbeiða við misnýtarum
- hevur lætt við at koma í samband við menniskju
- hevur fakligan áhuga og vísir ábyrgd fyri egnari fakligari og persónligari menning
- hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
- er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við bæði starvsfelagar, misnýtarar og hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
- hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á stovninum
- dámar avbjóðingar og hevur vilja og evnir at royna nýggjar leiðir
- kann gera annað praktiskt arbeiði í samband við viðgerðina
- hevur koyrikort
- reina revsiváttan
Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum. Arbeiðið gevur góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.
Talan er um eitt starv uppá 40 tímar um vikuna í dagvaktum vanligar yrkadagar ella eftir nærri avtalu um tveir sjúkrarøkrarfrøðingar verða settir.
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Starvið verður lýst til setanar frá 1. januar 2024 ella so skjótt tað er gjørligt.
Heilbrigdi skilar sær rætt til at søkja av nýggjum, um mett verður at skikkaður umsøkjari ikki søkir.
Umsókn verður at senda til:
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað
Norðuri á Heyggi 3
FO-176 Velbastaður
Att.: Annika Holm
ella teldupost: annika@heilbrigdi.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast 26. november 2023.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Holm, stovnsleiðara á telefon 580379