Tórshavnar Kommuna
Útgivið
28. marts 2023
Útgongur
16. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu søkir eftir einum sosialráðgevara frá 1. mai 2023, sum brennur fyri arbeiðinum við børnum og familjum. Talan er um fyribilsstarv 39 tímar um vikuna, til 31. desember 2023.

Talan er um eitt spennandi starv, har tú kemur at starvast saman við 12 sosialráðgevum, fimm familjuráðgevum, tveimum sálarfrøðingum, umframt skrivarum og leiðslu.

Í Barnaverndartænastan er støðugt fokus á at menna tvørfakliga og fyribyrgjandi arbeiðið á økinum, eitt nú gjøgnum SSP arbeiðið, umframt skúla- og dagstovnasamstarv. Tað verður arbeitt sambært lóg um barnavernd, og fevnir arbeiðið m.a. um málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin. Harumframt at skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar og gera tilmæli til barnaverndarnevndina. Somuleiðis skal tann, sum settur verður, kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.

Vit arbeiða støðugt við at betra og menna fyriskipanir, sum vit seta í verk við møguleika fyri at stovna nýggjar skynsamar loysnir. Arbeiðið tekur útgangsstøðið í háttalagnum Signs of Safety við stórum denti á at taka barnið og familjuna við. Vit leggja stóran dent á, at tú hevur hug at gerast partur av hesum arbeiðinum.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið