Starvsfelagið
Útgivið
29. januar 2024
Útgongur
18. februar 2024
Staður
J. H. Schrøtersgøta 9, Postrúm 165, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
suni@starvsfelag.fo

Lýsing

Starvið er fultíðarstarv til setan 1. apríl 2024 ella skjótast tilber, við møguleika fyri niðursettari tíð.

Um starvið
Talan er um starv, sum m.a. fevnir um at:

  • veita limum, álitisfólkum og nevnd felagsins løgfrøðiliga ráðgeving og svara fyrispurningum um starvsfólkarætt
  • málsviðgerð í starvsfólkamálum
  • undirvísa álitisfólkum í starvsfólkarætti
  • vera við til at fyrireika rættarmál, kærur í fyrisiting og klagur til løgtingsins umboðsmann
  • gera viðmerkingar til lógaruppskot, luttaka í hoyringum og fundum við politisku skipanina o.l.
  • umsita og dagføra vegleiðing felagsins um starvsfólkarætt

Tú fert at starvast í einum lítlum, óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi og fert eftir tørvi at vera við í felags tiltøkum og uppgávum, sum felagið skipar fyri.

Tað er møguligt at arbeiða niðursetta tíð, flextíð og at arbeiða heimanífrá eftir avtalu. Harumframt eru góðir møguleikar fyri førleikamenning.

Vit ganga høgt uppí, at trivnaðurin á arbeiðsplássinum er góður, tað sosiala á arbeiðsplássinum er í hásæti, og vit sparra nógv og væl.

Førleikakrøv
Umsøkjari skal í minsta lagi hava BA útbúgving í lóg. Arbeiðsroyndir sum løgfrøðingur ella fulltrúi er ein fyrimunur, serliga um tú hevur royndir við starvsfólkarætti.

Tú skalt hava góð samstarvsevnir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera før/ur fyri at arbeiða undir ávísum trýsti.

Tú skalt vera væl skipað/ur og duga væl at orða teg á føroyskum.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Umsóknir og freist
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum kunnu sendast til:

Starvsfelagið
J. H. Schrøtersgøta 9
Postrúm 165
110 Tórshavn

Ella við telduposti til: suni@starvsfelag.fo

Umsóknin skal vera Starvsfelagnum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 18. februar 2024.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú seta teg í samband við Súna Selfoss, formann á tlf. 214868 ella t-post: suni@starvsfelag.fo

 

Starvsfelagið er eitt fakfelag við útvið 2.000 limum. Felagið umboðar m.a. skrivstovufólk, sosialráðgevarar, journalistar, teknikarar, sløkkiliðsfólk, siglandi fólk, málsviðgerar og nógvar aðrar fakbólkar. Hevur sáttmálar við landið og kommunurnar, við Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri almennu partafeløgini Vága Floghavn, Posta og Føroya Tele. Starvsfelagið er í Fakfelagssamstarvinum, sum er samtak av fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum og er limur í norðurlendskum samstarvsfelagsskapum fyri fakfeløg.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið