Almannaverkið
Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna, við møguleika fyri at tillaga tímatalið nakað.
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Arbeitt verður í kvøldvaktum, samdøgursvaktum og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í løtuni á Eirargarði, men um stutta tíð flytir tilboðið í Varðagøtu í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Bú- og viðgerðarstovnurin er ætlaður átta ungum fólkum við autismu og menningartarni. Endamálið við stovninum er, at ung fólk við autismu og menningartarni fáa hjálp og stuðul at finna sína egnu leið út í lívið. Uppihaldið kann væntast at vara í eitt til trý ár.