Tórshavnar kommuna
Lýsing
Saman við leiðsluni, skal starvsfólkið tryggja tann tekniska partin av rakstrinum. Talan er um eitt starv, har tú kemur at hava stóra ávirkan á dagliga og framtíðar viðlíkahaldið í svimjihøllini og herundir nýggja langhylinum og vælverudeplinum.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
- Eftirlit við tekniskari útgerð, stýringum
- Eftirlit við góðskuni á vatninum og vatnviðgerð, herundir kemistýringum
- Gera vatnroyndir og skola filtur
- Gera ymiskar handverkara uppgávur, s.s. smærri umvælingar og útskifting av innbúgvi v.m.
- Samskipa umvælingar og viðlíkahald í samstarvi við Bygningsdeildina
- Viðlíkahald av uttandura øki og annars taka lut í dagliga arbeiðinum
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema