VESTMANNA KOMMUNA
Útgivið
6. januar 2023
Útgongur
25. januar 2023
Staður
France

Lýsing

Søkt verður eftir røskum og ágrýtnum arbeiðsfólkum til fríðkanartoymið í kommununi.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:

  • fríðkan av gøtum og øðrum kommunalum økjum
  • gróðurseting og sláing av almennum økjum

Umsøkjarin kemur partvíst at arbeiða sjálvstøðugt, og skal tí duga at leggja sín egna arbeiðsdag til rættis.

Vit væntað at tú:

  • hevur koyrikort til persónbil.
  • kann arbeiða í toymi.
  • traðkar til tá ið á stendur.

Setanar- og lønarviðurskifti
Tilvísing er til arbeiðsformannin hjá Vestmanna Kommunu. Størvini verða sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Talan er um fulltíðarstørv, sum verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi størvunum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Torbjørn Egholm, arbeiðsformann, tlf. 770 126.

Umsóknin skal sendast til
Skrivlig umsókn skal sendast við telduposti til: starv@vestmanna.fo.

Freistin at søkja
Umsóknarfreistin er mikudagin 25. januar 2023 kl. 12:00.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið