Lýsing
Á Eirargarði búgva fólk við fjølbreki og fólk við menningartarni, sum í flestu førum hava tørv á nógvum námsfrøðiligum stuðli og røkt. Endamálið við stovninum er at veita húsfólkunum upplivingar, neyðugan stuðul og umsorgan, og ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag.
Um størvini
Talan er um tvey størv 30 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga dag-, kvøld- og náttarvakt og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er á Eirargarði 16A í Havn.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144143&DepartmentId=19101&MediaId=4615