Lýsing
Er tú tann vit sóknast eftir?
Er demensøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegið og hegnið til áhaldandi at menna tilboðini til borgarar við demens og teirra avvarðandi, so er tað tær vit sóknast eftir.
Starv sum varadeildarleiðari á Demensdeplinum er leyst at søkja, og starvsbyrjan er 1. september 2025. Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran, og gerst partur av einum breiðum starvsfólkahópi.
Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir.
Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði. Á Demensdeplinum eru tólv búpláss, fimm stuttíðarpláss, venjingartilboð, dag- og kvøldtilboð og kommunal demenssamskipan. Eisini verður ráðgeving, vegleiðing og undirvísing veitt heimabúgvandi borgarum við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku.
Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum eru fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan. Arbeitt verður við persónsentreraðari umsorgan, og dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144688