Lýsing
Ert tú ágrýtin og engageraður? Kundi tú hugsa tær at arbeitt á einum lítlum og spennandi skúla? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.
Í Porkeris skúla vera 34 næmingar í 1.-7. árgangi komandi skúlaár. Á skúlanum starvast 4 lærarar. Harafturat samstarva vit við Vágs skúla, bæði um lærarar og 7. flokk. Vit leggja stóran dent á at hava ein mennandi og fjølbroyttan skúla, m.a. skipa vit fyri ymiskum tiltøkum á skúlanum og luttaka í kappingum og verkætlanum:
Í Porkeris skúla vera 34 næmingar í 1.-7. árgangi komandi skúlaár. Á skúlanum starvast 4 lærarar. Harafturat samstarva vit við Vágs skúla, bæði um lærarar og 7. flokk. Vit leggja stóran dent á at hava ein mennandi og fjølbroyttan skúla, m.a. skipa vit fyri ymiskum tiltøku á skúlanum og luttaka í kappingum og verkætlanum:
- First Lego League
- Betri vinir
- Skúlaleikir
- Pangea
- Evnisvikur
- Spæliliðið
- Samstarv við Musikskúlan
- Lesivikur
- Útferðir
- Seta eplir niður/taka eplir upp
Hevur tú hug at gerast partur av okkara starvsfólkahópi, ert tú vælkomin at søkja
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025:
1 lærari í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025/26 vegna lærara í barnsburðarfarloyvi.
1 lærari í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025/26 vegna lækkað tímatal og avlopstímar, tímatalið verður endaliga ásett eftir 1. sept.
Tey, ið sett verða, skulu:
- vera fyrikomandi, jalig og duga væl at samstarva.
- vera stundislig og nærløgd.
- vilja taka á seg spennandi, avbjóðandi og mennandi uppgávur í skúlanum.
- taka lut í dagliga arbeiði skúlans undir ábyrgd leiðslunnar og vera við til áhaldandi at menna skúlan.
Førleikakrøv til lærarastørvini:
Læraraútbúgving.
Vit sóknast eftir lærara, sum kann undirvísa í føroyskum, støddfrøði, donskum, enskum, náttúru og tøkni, handaverk og list, kristni, heimsstaðarlæru og ítrótti. Eisini sóknast vit eftir lærara, sum vil taka ein virknan leiklut í “Betri vinir" verkætlanini í grunddeildini.
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1-29.2. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Meira fæst at vita um størvini frá Beintu Gudfinnsdóttir Jacobsen á tlf. 276869.
Umsóknir, saman við c.v. og avriti av prógvum, skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 6. juni 2025 kl. 12. Umsóknir kunnu sendast til beinta.g.jacobsen@skul n.fo ella
Porkeris skúli, Gjørðabrekka 10, 950 Porkeri
Les meira um skúlan á www.porkerisskuli.fo