Lýsing
Hevur tú hug at mynda framtíðar heilsuverkið í Føroyum?
Vit leita eftir einum strategiskt hugsandi Enterprise Arkitekti, ið verður ein av okkara lyklapersónum í sambandi við verkætlanina at keypa og verkseta nýggju heilsuloysnina. Skipanin fevnir um føroyska heilsuverkið; sjúkrahúsini, kommunulæknar og heilsutænastur - og hevur samstundis stóra ávirkan á føroyska samfelagið.
Verkætlanin er skipað í eina programmleiðslu, sum vísir til ein programmstýrisbólk. Afturat programmleiðsluni er programmskrivstova knýtt, umframt tilvísingarbólkar, strategibólkur, ráðgevar og áhugabólkar. Verkætlanin er býtt í verkætlanarspor, sum síðani verða leidd av verkætlanarleiðarum og øðrum. Innkeypstilgongdin er byrjað, og tú fær ein virknan leiklut longu frá byrjan við kravfesting, útboð, val av veitara, og tá loysnin skal verksetast.
Programmskrivstovan hevur millum annað operativa ábyrgd fyri at útvega serkunnleika og serfrøðingar innan til dømis løgfrøði, sáttmálasamráðingar, arkitektur, prosessráðgevar og aðrar ráðgevar og serfrøðingar v.m.