Útgivið
21. juni 2021
Útgongur
10. juli 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Er tú okkara nýggi skrivstovulærlingur?

Vit, á Høvdavirkinum í Leirvík, sóknast eftir einum ágrýtnum og nærløgdum lærlingi, sum dámar eitt arbeiðspláss har ferð er á, so ert tú ágrýtin og nærløgd/-lagdur, so send okkum eina umsókn.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi lærupláss á einum arbeiðsplássi í støðugum vøkstri, og har møguleiki er at royna alt innan skrivstovuarbeiði. Uppgávurnar eru millum annað:

- Bóka
- Avstemma
- MVG uppgerð
- Telefonmóttøka
- Starvsfólkaviðurskifti
- Ymiskar fyrifallandi uppgávur

Tínir førleikar
Vit ynskja, at tú hevur HH ella líknandi útbúgving, at tú hevur telduførleikar á brúkarastøði, kanst samskifta á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Oniku á tlf. 588001 ella senda teldupost til onika@fmp.fo.

Umsókn
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. juli 2021, og eftir ætlan verður starvið sett 1. september 2021.

Løn sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsókn, við prógvum og møguligum viðmælum, skal sendast til Onika@fmp.fo ella til
P/F Faroe Marine Products
Víkarvegur 101
520 Leirvík.

Um FMP
Faroe Marine Products varð stovnað í 2001. Vit taka ímóti høvdum, ryggjum og heilum fiski frá flakavirkjum. Vøran verður turka til matna, og verður seld í Nigeria. Vit framleiða vælkenda turra fiskin frá Housefield. Eisini framleiða vit Pet-food til hundar og kettur bæði í Føroyum og
uttanlanda.Vit koma heilt skjótt eisini at framleiðia fiskaprotein úr svartkjafti. Hann er vælegnaður fyri vælverðu og til íðkaran.
Faroe Marine Products byrjaði sítt virksemi í 2001 við teirri viðsjón at gagnnýta størri part av fiskinum til matna. Vit framleiða umleið 15.000 tons av høvdum og ryggjum árliga. Á FMP starvast í løtuni umleið 50 fólk.

Líknandi størv

Námsfrøðingur til Lítlafløtt   Faroe Islands nýtt
5. september 2025
5. september 2025
5. september 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið