Landsbókasavnið
Útgivið
15. april 2024
Útgongur
6. juni 2024
Staður
J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
annikas@landsbokasavnid.fo

Lýsing

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til universitetsbókasavnstænastur at byrja 1. august.

Hetta er eitt nýstovnað starv í sambandi við, at Landsbókasavnið sambært nýggju bókasavnslógini, er universitetsbókasavn fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Starvið
Nýggja starvsfólkið kemur at vera við til at mynda og menna universitetsbókasavnið saman við einum toymi av bókavørðum.

Fokus verður á vegleiðing og undirvísing av lesandi og granskarum á Fróðskaparsetrinum, har tú fert at hava ein sentralan leiklut í samskipanini av menningini av tilboðunum hjá bókasavninum.

Eisini fert tú at standa fyri FRIS-samstarvinum, sum er samstarv millum granskingarstovnar í Føroyum um elektronisk tíðarrit.

Høvuðsuppgávurnar eru:

  • Undirvísa og vegleiða lesandi, undirvísarum og granskarum at brúka bókasavnið, bókasavnsskipanir, e-tænastur og referansuamboð.
  • Umsiting av FRIS-samstarvinum, tekna hald fyri granskingarstovnarnar og at gera hagtøl um nýtsluna av vísindaligum tíðarritum og greinum og at skipa fyri stýrisfundum.
  • Verða við til at framleiða føroyskt undirvísingartilfar í Informatiónsvísindi / Informatiónsleiting / bókmentaleiting
  • Miðla tilfar og e-tænastur í útláninum hjá Landsbókasavninum og á smáu fakultetsbókasøvnunum hjá Fróðskaparsetrinum.

Førleikar
Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður ella aðra viðkomandi kandidatútbúgving við informatiónsfakligari bakgrund.

Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at tú hevur fakliga og menniskjaligar góðar eginleikar. Tú mást dáma at miðla, vera fyrikomandi og tænastuhugað/-ur, kunna hugsa sjálvstøðugt og taka sjálvstøðugar avgerðir og ikki minst at kunna virka í góðum samstarvi við starvsfelagar. Eisini mást tú hava góðar málsligar førleikar, duga væl at samskifta og hava evni at laga teg til skiftandi umstøður.

Vit kunnu bjóða
Eitt sera fjøltáttað og avbjóðandi starv í einum spennandi fakligum umhvørvi við góðum starvsfelagum ið eru fús at hjálpa tá ið á stendur.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) sendast til:

Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tórshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

Um neyðugt, tilskila vit okkum rættin til ongan av umsøkjarunum at velja.

 

Umsóknarfreistin er 6. mai 2024.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð á tlf. 340511.

 

____________

Landsbókasavnið er tjóðbókasavn, universitetsbókasavn og høvuðsbókasavn. Høvuðsuppgávan er at veita tænastur og fremja útbreiðslu av kunnleika og at tryggja mentanararvin fyri framtíðina.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið