Almannaverkið
Lýsing
So ert tú vælkomin at søkja starv í eindini Menningartarn í Almannaverkinum.
Á sambýlinum á Eirargarði 16B búgva 10 fólk við menningartarni og fjølbreki, sum hava tørv á einum eldhugaðum heilsustarvsfólki. Sum heilsustarvsfólk kemur tú at arbeiða við at tryggja dygdargóða heilsurøkt.
Um starvið:
Eitt starv á 35 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri at tillaga arbeiðsbrøkin, um ynski er um tað.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna alt døgnið allar dagar í vikuni. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er á Eirargarði 16B í Havn.