Formula
Útgivið
9. marts 2026
Útgongur
19. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú eina fatan av fíggjarstýringsarbeiði og áhuga fyri KT-skipanum? So kunnu vit møguliga bjóða tær eitt arbeiði, ið bæði er avbjóðandi og mennandi har tú kemur at ráðgeva fyritøkum í teirra arbeiði við Business Central.

Hjá Formula stremba vit eftir at veita kundunum Business Central loysnir á høgum støði. Málið er, at okkara veitingar í mest møguligan mun eru við til at betra arbeiðsgongdir og gera tær meiri sjálvvirknar, so kundin á tann hátt gerst effektivari. Vit merkja øktan eftirspurning eftir okkara tænastum og hava vit tí brúk fyri ráðgeva, ið kann virka sum bindilið millum kundarnar og tøknina.

Starvið

Sum ráðgevi fært tú ein týðandi leiklut í at greina, sniðgeva og seta í verk nýggjar loysnir, sum hjálpa okkara kundum við at røkka teirra málum. Tú fert at samstarva tætt við kundar, verkætlanarleiðarar, sniðgevarar og mennarar.

Tú verður partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við monnarum, sniðgevum, ráðgevum og verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú dugir best. Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu tøknini. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar við skiftandi uppgávum í einum góðum arbeiðsumhvørvi í tøttum samstarvi við dugnaligar starvsfelagar.

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og dugir at samskifta við tínar starvsfelagar. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert skipað/ur í tínum arbeiði og ert vanur/von at arbeiða við samansettum (kompleksum) uppgávum. Tú dugir at skipa uppgávurnar í smærri eindir, ið verða loystar við atliti at heildini.

Tú fært eina skipaða innleiðing í starvið og neyðuga undirvísing í Business Central. Vit vænta ikki, at tú kanst alt frá fyrsta degi – tað týdningarmesta er, at tú hevur fatan av fíggjarligum samanhangum, dugir at samskifta og hevur hug at menna teg innan ERP-loysnir og talgilding.

Tínar høvuðsuppgávur verða

  • Dagligt samskifti við okkara kundar
  • Greining av arbeiðsgongdum og tørvum hjá kundum
  • Íverksetan av Business Central-loysnum
  • Stuðul og upplæring av kundum
  • Luttøka í verkætlanararbeiði og samstarv tvørtur um toymi

Vit vænta, at tú

  • Hevur fíggjarligt/handisligt innlit, so tú skilur kundan
  • Hevur royndir við Business Central/Dynamics NAV (fyrimunur, men ikki krav)
  • Ert sjálvstøðug/ur og ágrýtin
  • Hevur góð samstarvsevnir og ert góður liðspælari
  • Ert skipað/ur og hevur gott yvirlit
  • Hevur góð samskiftisevnir

Vit bjóða

  • Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
  • Eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi
  • Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
  • Eina mentan merkta av samstarvi, nýskapan og felagsskapi

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 12 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða tó fegin eftir rætta viðkomandi.

Umsókn

Umsókn, lívsrensl (CV), prógv og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2026. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Boga P. Niclasen, toymisleiðara, á telefon 244194.

Stutt um Formula

Formula er óivað fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar, kommunur og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta vitan fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.

Á Formula starvast umleið 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparligum úrslitum og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningum.

Líknandi størv

Sølufólk til Posta   Faroe Islands nýtt
9. marts 2026
Kontrollari til Atlantic Airways   Faroe Islands nýtt
9. marts 2026
9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið