Lýsing
Vit leita eftir leiðara til frukt- og grønmetisdeildina í FK í Hoyvík, ið hevur peruna í ordan, grønar fingrar og ikki ræðist mold undir neglunum.
Tú gerst partur av einum arbeiðsplássi, har umleið 70 starvsfólk samstarva um at gera handilin so innbjóðandi og góðan sum til ber.
Vit vænta at tú...
...ynskir at veita góða kundatænastu
...gongur høgt uppí, at handilin sær snøggur út
...hevur góð samstarvsevni, samstundis sum tú arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst
...hevur lætt lyndi
...ert ikki bangin fyri at biðja um hjálp
...altíð ert fús/ur at hjálpa øðrum
...kanst byrja í starvinum í desember/januar, ella eftir nærri avtalu
Gularótin er eitt spennandi starv, ið gevur tær møguleika at menna tíni handilsligu evnir, og har eingir dagar eru líka.
Talan er um fulltíðarstarv. Arbeiðstíðin er allar dagar í vikuni, uttan sunnudag.
Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8-16 gerandisdagar. Tá arbeitt verður leygardag, hevur tú frí onkran annan dag í vikuni.
Tú kanst ringja til deildarstjóran Thomas Kromann á tlf. 21 25 31 og spyrja nærri um starvið.
Vilt tú gera grøna skiftið í tínum arbeiðslívi?
Send eina umsókn til:
ella
FK Hoyvík
Postboks 349
FO-188 Hoyvík
Att.: Thomas Kromann
Umsóknarfreistin er 30. november 2023.
Vit viðgera umsóknirnar so hvørt tær koma inn.