Lýsing
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri aktiviteti og luttøku hjá aldrandi borgarum? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Vit leita eftir tveimum ergoterapeutum til ergoterapeuttoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu at byrja skjótast gjørligt.
Tú kemur at arbeiða í einum toymi á 12 fólk, ið sett saman av 10 ergoterapeutum, 1 heilsurøktara og einum ergoterapeutleiðara.
Talan er um avbjóðandi og gevandi størv, har lyklaorðini fyri ergoterapeutiska arbeiðið eru aktivitetur og luttøka fyri tann eldra borgaran í Tórshavnar Kommunu.
Annað starvið er staðsett í rehabiliterings- og umlættingardeplinum Urd, meðan hitt starvið er staðsett í Heilsuhúsinum.
Tú kemur at arbeiða mest við rehabilitering, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og hjálpartólum til tann eldra borgaran bæði í egnum heimi og á røktarheimi.