Lýsing
Ver við til at skapa góð og virðilig lívskor fyri okkara eldru
Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður ergo- ella fysioterapeutur, sum vil gera ein mun í lívinum hjá okkara eldru? So hevur tú nú møguleikan at gerast ein partur av fakliga sterka toymnum á Vesturvón, har vit arbeiða fyri, at borgarar fáa bestu møguligu tænastu innan rehabilitering, røkt og fyribyrging.
Hví velja Vesturvón?
Vesturvón er eldrasamstarvið millum Sørvágs- og Vága kommunu. Okkara aðalmál er at veita eldri borgarum eina heildartænastu, sum tryggjar, at tey hava eitt virðiligt og innihaldsríkt lív við møguleika fyri heilsustimbran, røkt og endurvenjing. Sum ein partur av okkara terapeutiska toymi kemur tú at hava eitt avgerandi leiklut í at menna og tryggja fakligu dygdina á stovninum, har vit raðfesta tvørfakligt samstarv og nýhugsan.
Tín leiklutur í Vesturvón
Tú verður partur av einum fakliga sterkum toymi, har ein deildarleiðari, ein ergoterapeutur og tveir fysioterapeutar longu starvast. Við hesum starvinum styrkja vit okkara tvørfakliga samstarv við enn einum dugnaligum terapeuti, ið kann stuðla og menna rehabiliterandi og fyribyrgjandi tænasturnar.
Søkt verður eftir:
- Ergoterapeuti ella fysioterapeuti í fast starv á starvsbrøk 1,0 frá 1. apríl 2025. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.
Vit bjóða tær:
- Eitt arbeiðspláss við eldhugaðum og fakliga sterkum starvsfólkum, har tú fært ávirkan á menningina av rehabiliteringini og terapeutisku tilboðunum.
- Eitt fjølbroytt og mennandi starv, har tú arbeiðir við eini spennandi samanseting av venjing, fyribyrging og viðgerð.
- Eitt umhvørvi, har arbeiðsgleði og samstarv eru í hásæti, og har tú verður við til at tryggja, at okkara eldru fáa tað besta grundarlagið fyri ein virknan og sjálvstøðugan gerandisdag.
Tínar uppgávur verða:
- Veita viðgerð og venjingar til búfólk á røktarheiminum og til heimabúgvandi borgarar.
- Kanna, greina og meta um førleikar og umstøður hjá borgarum við tí endamáli at endurskapa ella varðveita teirra sjálvbjargni.
- Tryggja viðlíkahaldsvenjingar, endurvenjingar og rehabilitering.
- Luttaka í fyribyrgjandi tiltøkum, bæði einstaklingaviðgerð og í bólkum.
- Veita vegleiðing og ráðgeving til borgarar, starvsfólk og avvarðandi.
- Samstarva um fyrireiking og uppfylging av borgarum, ið verða innskrivaðir og útskrivaðir frá rehabiliteringardeildini ella sjúkrahúsinum.
- Meta um, útvega og umsita hjálpartól.
- Skjalfesta arbeiðsgongdir og venjingar, sum stuðla fakligari menning á stovninum.
Vit vænta, at tú:
- Hevur útbúgving, prógv og autorisatión sum ergoterapeutur ella fysioterapeutur.
- Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum um virðilig lívskor og heildartænastu til eldri borgarar.
- Dugir væl at samskifta og samstarva við borgarar, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu.
- Ert sjálvstøðug/ur, men trívist við at arbeiða í einum tvørfakligum toymi.
- Tolir broytingar og er opin fyri fakligari menning og nýggjum avbjóðingum.
- Hevur telduførleikar á brúkarastøði og koyrikort.
Setanarviðurskifti:
Løn og treytir eru sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Setanarstaður er Vesturvón.
Soleiðis søkir tú:
Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til vesturvon@vesturvon.fo.
Viðmerk: “Umsókn ergoterapeutur ella fysioterapeutur.”
Umsóknarfreistin er 23. februar 2025.
Meira kunning:
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðaran, Ingunn Hansen, á tlf. 965760.