Lýsing
Deildin Hjálpartól í Almannaverkinum søkir eftir einum ergo- ella fysioterapeuti, sum hevur eginleikan at finna røttu loysnirnar - røttu hjálpartólini - ið geva borgarum okkara eitt sjálvstøðugari og betri lív.
Um starvið
Talan er um eitt fast starv 40 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt. Møguleiki er fyri tillaging av tímunum. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum. Starvsstaðurin er í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Fremsta uppgávan hjá deildini Hjálpartól er at veita borgarum, sum hava varandi tørv á hjálpartólum fyri at liva eitt betri og meira sjálvbjargið lív, røttu tólini og røttu loysnirnar. Mangan er talan um lívsbroytandi hendingar, sum venda lívinum hjá borgaranum á høvdið. Skaðin, brekið ella sjúkan seta stór krøv til tann einstaka, foreldrini og avvarðandi annars.
Okkara uppgáva í deildini Hjálpartól er at eyðmerkja avbjóðingarnar, finna røttu loysnirnar og seta neyðugu broytingarnar í verk. Talan er um alt frá koyristólum, lyftum, tólum at ganga við, íbúðarbroytingum, stuðli til serútgerð til bil og, um neyðugt, kassabil. Felags fyri avbjóðingarnar er, at støði skal takast í avbjóðingum og varandi tørvi hjá tí einstaka.
Hetta er ein serlig uppgáva, sum krevur, at tú dugir at síggja borgaran, familjuna, umhvørvið, viðkomandi livir og ferðast í og ikki minst tøku hjálpartólini í eini heild, og dugir at finna røttu loysnina. Hetta er eitt starv, har tú hevur møguleika at gera mun.
Vit vegleiða og ráðgeva eisini øðrum almennum myndugleikum um hesi evni og um nýbyggingar til borgarar við virkistarni.
Uppgávan hjá okkum er at finna røttu loysnirnar, og tí eru vit nógv úti hjá borgaranum, men nógv er eisini at gera við skrivaraborðið. Starvsfólk verða upplærd í at arbeiða á økinum og verða boðin førleikamennandi skeið eftir avtalu.
Tænastur okkara fevna um alt landið, so tí má roknast við ferðing/koyring.