Landssjúkrahúsið
Útgivið
5. juni 2025
Útgongur
20. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ergo- og fysioterapideildin søkir eftir ergoterapeuti til fast starv á starvsbrøki 1,0 (40 tímar) til setan 01.08.2025.

Um Ergo- og fysioterapideildina
28 starvsfólk úr 5 ymsum fakbólkum eru á deildini, sum virkar tvørgangandi við uppgávum á øllum deplum, harav 5 eru ergoterapeutar.

Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Uppgávunar hjá ergoterapeutunum eru at screena sjúklingar fyri dysfagi, kanna og endurvenja apoplexi/neurologiskar sjúklingar, heimavitjanir, at ráðgeva um hjálpartól, veita endurvenjing aftaná arm/hond skaðar og skurðviðgerðir, at kanna og byrja endurvenjingar til sjúklingar á barnadeildini og endurvenjing til krabbameinssjúklingar.

Arbeitt verður við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum og er ergoterapi ein týðandi partur av viðgerðini, sum er knýtt at ymsum sergreinum. Somuleiðis er ergoterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongdir.

Førleikakrøv:

  • Góðkenda útbúgving og autorisatión sum ergoterapeutur.

Dentur verður lagdur á:

  • At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum.
    At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum.
    At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga.
    At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
    At tú megnar at samstarva við ymsar fakbólkar.
    At tú fylgir við nýggjastu menning á økinum.

Vit bjóða:
Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum í eitt av landsins størsta arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og fylgja væl við nýggjastu gransking innan økið.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterpideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 20.06.2025.

Vinarliga søk starvið her.

Prógv skal havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa meita um okkara visjón, missión og strategimál.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið