Landssjúkrahúsið
Útgivið
30. september 2024
Útgongur
15. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brá depilin søkir eftir ergoterapeuti til eitt tíðaravmarkað starv á starvsbrøki 0,875 (35 tímar) til setan frá 01.11.2024 - 31.03.2025.

Um deildina
Ergo- og fysioterapideildin er ein deild við 27 starvsfólkum. Deildin er tvørgangandi og veitir tænastu til allar deplar. Arbeitt verður við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum, og er ergoterapi ein týðandi partur av viðgerðini, sum er knýtt at ymsum sergreinum. Somuleiðis er ergoterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongdir.

Arbeitt verður evidensbaserað vísandi til nýggjastu gransking, og tí er týðandi, at tú fylgir væl við hvat rørir seg á økinum.

5 ergoterapeutar starvast á deildini, sum saman við 16 fysioterapeutum, 2 audiologopedum, einum neurosálarfrøðingi, einum sálarfrøðingi og einum kliniskum sexologi veita serkøna endurvenjing á Landssjúkrahúsinum.

Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur. Harumframt starvast eitt hjálparfólk á deildini.

Um starvið
Uppgávunar hjá ergoterapeutunum er at screena sjúklingar fyri dysfagi, endurvenja apoplexi/ neurologiskar sjúklingar, heimavitjanir, at r áðgeva um hjálpartól, veita endurvenjing aftaná arm/hond frakturar og skurðviðgerðir, at kanna og byrja endurvenjngar til sjúklingar á barnadeildini og endurvenjing til krabbameinssjúklingar.

Krav

  • Góðkenda útbúgving og autorisatión sum ergoterapeutur

Dentur verður lagdur á:

  • at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • at tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
  • at tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum
  • at tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga
  • at tú fylgir væl við nýggjastu gransking á økinum.

Harumframt vænta vit, at tú tolir broytingar, ert framskygd/ur og megnar at samstarva við nógvar ymsar fakbólkar.

Vit bjóða:
Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum í eitt av landsins størstu arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og hava eitt vakið eyga við nýggjastu gransking innan okkara økið. Vit eru júst flutt í nýggj høli í H-bygninginum.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterpideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 15.10.2024.

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið