Tórshavnar Kommuna
Útgivið
17. november 2023
Útgongur
27. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri aktiviteti og luttøku hjá aldrandi borgarum? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir einum ergoterapeuti til fast starv frá 1. januar 2024 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um avbjóðandi og gevandi starv, har lyklaorðini fyri ergoterapeutiska arbeiðið eru aktivitetur og luttøka fyri tann eldra borgaran í Tórshavnar Kommunu.

Tú kemur at arbeiða í einum toymi við 10 øðrum ergoterapeutum og einum heilsurøktara.

Tú kemur at arbeiða mest við rehabilitering, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og hjálpartólum til tann eldra borgaran bæði í egnum heimi og á røktarheimi.


Vit søkja eftir:

  • Einum ergoterapeuti á brøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna

 

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Dagligur leiðari   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið