Lýsing
Søkt verður eftir einum dugnaligum og eldhugaðum ergoterapeuti, ið hevur hug og hegni til at menna og mynda økisterapiina í Økistænastuni til fast starv frá 1. mars 2024 ella skjótast gjørligt.
Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu, har støði verður tikið í gerandisdegnum hjá borgaranum. Stórur dentur verður lagdur á fleksibilitet og tvørfakligt samstarv í Økistænastuni.
Økisterapiin í Økistænastuni er normerað til eitt ársverk, og sum ergoterapeutur kemur tú at arbeiða við rehabilitering, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og hjálpartólum til borgarar í egnum heimi og á røktarheimunum. Tú kemur at arbeiða tætt saman við røktarstarvsfólki í at styrkja og viðlíkahalda virkisførleikan hjá tí eldra borgaranum.
Førleikakrøv og persónligir eginleikar:
Tú ert útbúgvin ergoterapeutur, hevur vitan um vanliga aldring og eldrasjúku og dugur at vegleiða og undirvísa. Tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir og dugir og megnar at samstarva tvørfakligt. Tú ert fleksibul, hevur eitt gott yvirblik og ert virkin og fremur úrslit. Tú hevur eitt lætt lyndi, lítur frameftir og tekur stig til betranarátøk, har tú saman við leiðslu setir mál, ið tryggja eina haldgóða tænastu til borgaran. Tú hevur góðar KT- førleikar og førleikar at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga.
Vit bjóða:
Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænasturnar í økinum. Dugnalig og ágrýtin starvsfólk. Eitt eldhugað leiðslutoymi, ið saman við starvsfólkunum arbeiðir fyri at menna eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi, har látur og humor er ein týðandi partur.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, men møguleiki er fyri lægri brøki. Starvið verður sett sum skjótast og verður lønt sambært avtalu millum FMR/KAF og Ergoterapeutfelag Føroya. Send eina umsókn við lívsrensli (CV) og prógvum og góðkenning til: ot@ot.fo
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Maiken Olsen, leiðara, á tlf. 793601 ella teldupost maikeno@ot.fo.
Umsóknarfreistin er 24. januar 2024