Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
9. september 2025
Útgongur
28. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Kundi tú hugsað tær at gjørt mun og mynda ergoterapitænastuni í minsta eldraøki í landinum, har smidleikin er grundarsteinurin í tænastum til borgaran og í leiðsluni?

Sum ergoterapeutur í Økistænastuni kemur tú verið við til at mynda og menna nýggja dagtilboðstænastuni til heimabúgvandi, ið fari var undir í mars í ár. Samstundis, sum tú eisini arbeiðir við rehabilitering, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og hjálpartólum til borgarar í egnum heimi og á røktarheimunum.

Tú kemur at arbeiða tætt saman við røktarstarvsfólki í at styrkja og viðlíkahalda virkisførleikan hjá tí eldra borgaranum, samstundis sum tú vegleiðir og undirvísir starvsfólkunum í flytingum, so teirra virkisførleiki og trivnaður betrast.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar:
Tú ert útbúgvin ergoterapeutur, hevur vitan um vanliga aldring og eldrasjúku og dugur at vegleiða og undirvísa. Tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir og dugir og megnar at samstarva tvørfakliga. Tú ert fleksibul, hevur eitt gott yvirblik og ert virkin og fremur úrslit. Tú hevur eitt lætt lyndi, lítur frameftir og tekur stig til betranarátøk, har tú saman við leiðslu setir mál, ið tryggja eina haldgóða tænastu til borgaran. Tú hevur góðar KT- førleikar og førleikar at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga.

Vit bjóða:
Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænasturnar í økinum. Dugnalig og ágrýtin starvsfólk. Eitt eldhugað leiðslutoymi, ið saman við starvsfólkunum arbeiðir fyri at menna eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi, har látur og humor er ein týðandi partur.

Hvørji eru vit:
Økistænastan arbeiðir miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu, har støði verður tikið í gerandisdegnum hjá borgaranum. Stórur dentur verður lagdur á fleksibilitet og tvørfakligt samstarv í Økistænastuni.

Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum og ein virkisstova til heimabúgvandi. Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, men møguleiki er fyri lægri brøki. Starvið verður sett sum skjótast og verður lønt sambært avtalu millum FMR/KAF og Ergoterapeutfelag Føroya. Send eina umsókn við lívsrensli (CV) og prógvum og góðkenning til: ot(at)ot.fo

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Maiken Mohr Olsen, leiðara, á tlf. 793601 ella teldupost maikeno(at)ot.fo.

 

Umsóknarfreistin er 28. September 2025 og setanarsamrøða verður 30. september 2025

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið