Útgivið
15. august 2022
Útgongur
28. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir ergoterapeuti. Talan er um eitt fast starv á 20 tímar um vikuna til byrjan 01.10.2022 ella eftir avtalu. Starvið inniber at veita ergoterapeutiska viðgerð til bæði innlagdar og ambulantar sjúklingar í okkara núverandi ergoterapi og at mynda ergoterapeutisku viðgerðina, tá flutt verður í nýggja H-bygningin.

Tann psykiatriska ergoterapeutiska viðgerðin veitir fólki við sálarsjúku eina dygdargóða hjálp, so tey fáa ein so meiningsfullan og sjálvstøðugan gerandisdag sum gjørligt. Ergoterapeutiska arbeiðið fevnir bæði um útgreining, viðlíkahald og menning av førleikum. Arbeitt verður bæði við einstaklinga- og bólkaviðgerð, og fer hetta fram bæði ambulant og undir innleggjan. Arbeitt verður nógv við sansastimbrandi viðgerðum, eitt nú kúludýnum, sansarúmi, sansavogni og ljóslampum.

Á Psykiatriska deplinum arbeiða vit við hugtøkunum "rehabilitering og recovery" og eru tey týdningarmikil í tilgongdini í psykiatriska arbeiðinum. Eisini arbeiða vit miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement (QI).

Ert tú til reiðar at royna eina fjølbroytta arbeiðsuppgávu, og hevur tú hug til at geva títt íkast til at skapa vón og árræði hjá teimum, sum hava ávirkaðar førleikar av sálarligari sjúku? So er hetta starvið ein góður møguleiki.

Vit kunnu bjóða tær eitt starv, har tú fært møguleikan til at:

  • Arbeiða við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum
  • Fáa breiðan kunnleika um sálarligar sjúkur og avbjóðingar
  • Arbeiða tætt saman við øðrum eldhugaðum ergoterapeutum og øðrum fakbólkum
  • Nýta ymisk ergoterapeutisk kanningaramboð og viðgerðarhættir í arbeiðinum
  • Menna teg fakliga
  • Ávirka ergoterapeutiska tilboðið á deplinum til gagns fyri sjúklingarnar

Førleikar

  • Løggilding sum ergoterapeutur
  • Áhuga fyri at arbeiða við psykiatriskum sjúklingum
  • Áræði og evni at arbeiða sjálvstøðugt og eisini samstarva
  • Evni at vera fleksibul og opin fyri nýggjum tiltøkum

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðandi ergoterapeut Jenny L. Højgaard, á tlf. 234547 ella t-post jenla@ls.fo.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er tann 28.08.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gera

Líknandi størv

9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið