Lýsing
Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum tørvar okkum ein ergoterapeut í fast starv. Talan er um fast starv 20 tímar um vikuna og til at byrja 1. august 2023 ella eftir avtalu. Starvið inniber at veita ergoterapeutiska viðgerð til bæði innlagdar og ambulantar sjúklingar í okkara núverandi ergoterapi og at mynda ergoterapeutisku viðgerðina, tá flutt verður í nýggja H-bygningin.
Tann psykiatriska ergoterapeutiska viðgerðin veitir fólki við sálarsjúku eina dygdargóða hjálp, so tey fáa ein so meiningsfullan og sjálvstøðugan gerandisdag, sum gjørligt. Ergoterapeutiska arbeiðið fevnir bæði um útgreining, viðlíkahald og menning av førleikum. Arbeitt verður bæði við einstaklinga- og bólkaviðgerð og fer hetta fram bæði ambulant og undir innleggjan. Arbeitt verður nógv við sansastimbrandi viðgerðum, sum t.d. kúludýnir, sansarúm, sansavognur, ljóslampir osfr.
Á Psykiatriska deplinum arbeiða vit við einari samskapandi psykiatri, har hugtøkini "rehabilitering og recovery" eru týdningarmikil í tilgongdini. Vit arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement (QI),
Ert tú tilreiðar at royna eina fjølbroytta arbeiðsuppgávu, og hevur tú hug til at geva títt íkast til at skapa vón og árræði hjá teimum, sum fáa ávirkað sínar førleikar av sálarligari sjúku, er ein góður møguleiki her.
Vit kunnu bjóða tær eitt starv, har tú fært møguleikan til at:
- Arbeiða við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum
- Fáa breiðan kunnleika um sálarligar sjúkur og avbjóðingar
- Arbeiða tætt saman við øðrum eldhugaðum ergoterapeutum og øðrum fakbólkum
- Nýta ymisk ergoterapeutisk kanningaramboð og viðgerðarhættir í arbeiðnum
- Menna teg fakliga
- Ávirka ergoterapeutiska tilboðið á deplinum til gagns fyri sjúklingarnar
Vit ynskja at tú hevur:
- Løggilding sum ergoterapeutur
- Áhuga fyri at arbeiða við psykiatriskum sjúklingum
- Áræði og evni at arbeiða sjálvstøðugt og eisini samstarva
- Evni at vera fleksibul og opin fyri nýggjum tiltøkum
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðandi ergoterapeut Jenny L. Højgaard, telefon 234547.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Prógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skulu havast við til samrøðuna.
Umsóknarfreist er týsdagin 20. juni.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missjón og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.