Lýsing
Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum tørvar okkum tveir ergoterapeutar. Talan er um eitt fast starv á brøk 0,5 umframt eitt farloyvisstarv á brøk 0,85 til setan 01.10.24 ella skjótast til ber. Starvið inniber at veita ergoterapeutiska viðgerð til bæði innlagdar og ambulantar sjúklingar í okkara núverandi ergoterapi og at mynda ergoterapeutisku viðgerðina, tá flutt verður í nýggja H-bygningin.
Tann psykiatriska ergoterapeutiska viðgerðin veitir fólki við sálarsjúku eina dygdargóða hjálp, so tey fáa ein so meiningsfullan og sjálvstøðugan gerandisdag, sum gjørligt. Ergoterapeutiska arbeiðið fevnir bæði um útgreining, viðlíkahald og menning av førleikum. Arbeitt verður bæði við einstaklinga- og bólkaviðgerð og fer hetta fram bæði ambulant og undir innleggjan. Arbeitt verður nógv við sansastimbrandi viðgerðum, sum t.d. kúludýnir, sansarúm, sansavognur, ljóslampir osfr.
Á Psykiatriska deplinum arbeiða vit við einari samskapandi psykiatri, har hugtøkini "rehabilitering og recovery" eru týdningarmikil í tilgongdini. Vit arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement (QI),
Ert tú tilreiðar at royna eina fjølbroytta arbeiðsuppgávu, og hevur tú hug til at geva títt íkast til at skapa vón og árræði hjá teimum, sum fáa ávirkað sínar førleikar av sálarligari sjúku, er ein góður møguleiki her.