Landssjúkrahúsið
Útgivið
28. august 2024
Útgongur
18. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum tørvar okkum ein ergoterapeut. Talan er um eitt farloyvisstarv á brøk 1.0 til setan 01.11.24 ella skjótast til ber. Starvið inniber at veita ergoterapeutiska viðgerð til bæði innlagdar og ambulantar sjúklingar í okkara núverandi ergoterapi og at mynda ergoterapeutisku viðgerðina, tá flutt verður í nýggja H-bygningin.

Tann psykiatriska ergoterapeutiska viðgerðin veitir fólki við sálarsjúku dygdargóða hjálp, so tey fáa ein so meiningsfullan og sjálvstøðugan gerandisdag, sum gjørligt. Ergoterapeutiska arbeiðið fevnir bæði um útgreining, viðlíkahald og menning av førleikum. Arbeitt verður bæði við einstaklinga- og bólkaviðgerð og fer hetta fram bæði ambulant og undir innleggjan. Arbeitt verður nógv við sansastimbrandi viðgerðum, sum t.d. kúludýnum, sansarúmum, sansavognurm ljóslampum, o.s.fr.

Á Psykiatriska deplinum arbeiða vit við einari samskapandi psykiatri, har hugtøkini "rehabilitering og recovery" eru týdningarmikil í tilgongdini. Vit arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement (QI),

Ert tú tilreiðar at royna eina fjølbroytta arbeiðsuppgávu, og hevur tú hug til at geva títt íkast til at skapa vón og árræði hjá teimum, sum fáa ávirkað sínar førleikar av sálarligari sjúku, er ein góður møguleiki her.

Vit kunnu bjóða tær eitt starv, har tú fært møguleikan til at:

  • Arbeiða við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum
  • Fáa breiðan kunnleika um sálarligar sjúkur og avbjóðingar
  • Arbeiða tætt saman við øðrum eldhugaðum ergoterapeutum og øðrum fakbólkum
  • Nýta ymisk ergoterapeutisk kanningaramboð og viðgerðarhættir í arbeiðnum
  • Menna teg fakliga
  • Ávirka ergoterapeutiska tilboðið á deplinum til gagns fyri sjúklingarnar

Hvør ert tú ?

  • Tú hevur løggilding sum ergoterapeutur
  • Áhuga fyri at arbeiða við psykiatriskum sjúklingum
  • Tú hevur áræði og evni at arbeiða sjálvstøðugt og eisini samstarva
  • Evni at vera fleksibul og opin fyri nýggjum tiltøkum

Tú kennir teg aftur tá vit siga:
Tú ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.

Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga ,er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær. Tú dugir at raðfesta og virka sjálvstøðugt í uppgávunum.

Hvørji eru vit ?
Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava møguleika fyri refleksión saman við starvsfeløgum og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár, sum eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum til næsta arbeiðsdag.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Kerstin Laksáfoss, leiðara, tlf. 227760, kerla@ls.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Prógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skulu havast við til samrøðuna.

Umsóknarfreistin er tann 11.09.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.


Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

16. september 2024
13. september 2024
Varaleiðari til Miðstovnin   Faroe Islands nýtt
13. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið