Lýsing
Ert tú jaligur og kveikjandi námsfrøðingur ella varaleiðari?
Korndalsgarður á Eiði leitar eftir
Einum varaleiðara at starvast sum námsfrøðingur í frítíðarskúlanum og í ungdómshúsinum. Frítíðarskúlin hevur opið gerandisdagar frá klokkan 10.30 til 17.00. Í næstum byrja vit ungdómshús fyri ung í aldursbólkinum frá 4. flokki til 10. flokk eitt ella tvey kvøld um vikuna. Vit ynskja ein varaleiðara, ið er jaligur og kveikjandi fyri arbeiðsumhvørvið, sum brennur fyri at geva børnum góðar upplivingar, og sum kann vera ein sparringspartnari hjá leiðaranum og opin fyri at taka leiðsluábyrgd, tá tørvur er á tí.
Einum námsfrøðingi at starvast á vøggustovu. Vit ynskja ein jaligan og kveikjandi námsfrøðing, ið brennur fyri at geva børnum góðar náttúruupplivingar og ein tryggan og mennandi gerandisdag.
Á Eiði eru ríkar náttúruperlur, so sum hagi, vatn og fjøra (og fótbóltsvøllur), ið geva alskyns møguleikar fyri børn og vaksin. Tú kemur at virka saman við eldhugaðum starvsfólkum, har leiðslustílurin er lættur, lurtandi, luttakandi og semjusøkjandi. Á Eiði hava vit eitt virkið foreldraráð og áhugaðar politikarar, ið vísa góðan vilja at menna eitt námsfrøðiligt virksemi. Møguleiki er at arbeiða fulla ella niðursetta tíð. Arbeiðstíðirnar kunnu tillagast, og egintíð er til fyrireiking, sparring og supervisjón.
Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag.
Hevur tú spurningar, ella ynskir at síggja umstøðurnar, ert tú væl komin at ringja til Kristinu T. Larsen, leiðara, á telefon 740410.
Vit gleða okkum at fáa umsókn frá tær, áðrenn 30. septembur kl. 14.00.
Tú kanst byrja í starvinum 1. novembur 2021 ella skjótast gjørligt.
Umsóknir verða at senda til: korndalsgardur@eidi.fo