Lýsing
Ert tú lesandi?
- og hevur tú áhuga fyri marknaðarføring og sosialum miðlum?
So hava vit møguliga føroya feitasta, og mest fleksibla, lestrarstarv til tín.
Vit eru ein lítil, nýstovnað, marknaðarførslu- og samskiftisfyritøka, sum fyrst og fremst umsitur marknaðarførslu og samskifti fyri føroyskar fyritøkur.
UPPGÁVUR:
- Umsita marknaðarførslu og samskifti á sosialum miðlum
- Gera kreativt content
- Myndatøku og grafiskt arbeiði
- Umsita google ads kampanjur
- Vera við á kundavitjanum
- Umsita heimasíður
- Ráðgeva í marknaðarførslu og samskifti
Og mangt annað - vit hava eina rúgvu av ymiskum uppgávum.
LØN OG SETANARTREYTIR
Talan er um eitt lestrarstarv, 10 - 15 tímar um vikuna. Starvið verður lønt sambært avtalu. Nær og hvar tú arbeiðir, verður í stóran mun upp til tín at velja.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?
Send okkum eini boð á teldupost teitur@teima.fo, ella ring á telefon 277474, fyri at frætta nærri.
Umsóknir, lívsrensl, og annað viðkomandi tilfar, skulu sendast til teitur@teima.fo. Starvið verður sett, so skjótt rætti umsøkjarin er funnin.