Útgivið
21. oktober 2021
Útgongur
10. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Ert tú okkara nýggi mennari?

Stýr stendur í vøkstri og tørvar enn fleiri dugnaligar mennarar. Vit veita loysnir til fíggjarstýring í Business Central/Navision.

Menningarumhvørvið er grundað á tøkni frá Microsoft, har tey mest brúktu amboðini eru:

  • VS Code – AL
  • DevOps
  • Docker
  • Power BI, Power Apps o.a.

Loysnirnar hjá okkum eru serliga til tann føroyska marknaðin, men við einum vaksandi kundaskara í Danmark. Tað er serliga ískoytisloysnin Easy Collection, sum er blivin vælumtókt í Danmark. Hon er tøk á Microsoft AppSource.

Hevur tú royndir við tøkni frá Microsoft og hegni at seta teg í nýggja tøkni vilja vit fegin hoyra frá tær.

Tú hevur

  • Royndir við menning í Microsoft umhvørvinum
  • Útbúgving sum KT-verkfrøðingur ella samsvarandi royndir
  • Áhuga fyri KT skipanum til fíggjarstýring
  • Áhuga fyri web og app menning
  • Evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
  • Áhaldandi og miðvíst arbeiðslag

Vit bjóða tær

  • Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
  • Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
  • Hollar og hjálpssamar starvsfelagar
  • Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
  • Bestu staðseting í býnum
  • Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir

Spurningar?
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Snæbjørn Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.

Umsókn
Umsókn við CV og prógvum verður at senda til sbj@styr.fo. Umsóknarfreistin er 10. novembur. Vit taka ímóti umsóknum og halda samrøður so hvørt.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið