Dugni
Útgivið
9. september 2024
Útgongur
20. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nú deildarleiðari okkara fer í annað starv, leita vit eftir einum kreativum og  nýhugsandi leiðara, sum kann leiða arbeiðið okkara á Hjalla víðari fram móti settum málum.

Vit ynskja at gerast enn betur til okkara uppgávu við arbeiðsfremjandi tiltøkum og at gagnnýta møguleikarnar innan endurnýtslu í nógv størri mun. Vit ynskja at vera slóðbrótandi í mun til burðargóðsku.

Endamálið hjá Dugna er at stuðla fólkum í at fáa eitt virkið lív. Sum spírin í búmerki okkara lýsir, so byggja vit okkara arbeiði á burðardygt grundarlag, har menniskju eins og lutir fáa nýggjar møguleikar og virðið.

Ígjøgnum okkara tiltøk kunnu fólk brúka Dugna til eina lopfjøl víðari út í arbeiði ella útbúgving, ella eitt frírúm, har tey kunnu starvast eftir førimuni.

Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við lættari sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.

Um starvið
Sum deildarleiðari á Hjalla kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkini á deildini eins og við leiðslubólkin á Dugna.

Tú hevur ábyrgd av:

  • at arbeiðið á deildini er í samsvar við endamálið hjá Dugna.
  • at virksemið er fíggjarliga burðardygt.
  • at arbeiðið byggir á trivnað, virðing og menning

Førleikakrøv

  • Tú dugir at arbeiða við menniskjum.
  • Tú hevur viðkomandi útbúgving innan sosialfakligt arbeiði, handverk ella
    líknandi.
  • Tú hevur góðan leiðsluførleika og ert motiverandi í tínum leiðsluhátti.
  • Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni.
  • Tú er kreativ/ur og dugir at síggja møguleikar fyri arbeiðsfremjandi tiltøkum
    samantvinna við endurnýtslu og sølu.
  • Tú dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja til tess at fáa mest
    møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum.
  • Tú dugir at samstarva og viðvirka til, at Dugni samla kann virka eftir
    eini felags kós og við námsfrøðiligari dygd.
  • Tú dugir væl at samskifta á føroyskum bæði á skrift og í talu.
  • Tú hevur góðar telduførleikar

Løn og setanartreytir
Starvið er námsfrøðiligt og verður lønt sambært avtalu millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið við starvsbyrjan 01. november 2024 ella skjótast til ber. Deildarleiðarin hevur tilvísing til stjóran.

Umsóknarfreist
Umsóknir við avriti av prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 20. september kl. 12.

Umsóknir skulu sendast til dugni@dugni.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Hedvig Johansdóttir, stjóra á tel.
292999 gerandisdagar millum kl. 9 og 15.

Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er  at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Visjónin hjá Dugna er: “Øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu koma í útbúgving og/ella arbeiði”, og fyri at røkka visjónini hevur

Dugni trý høvuðsmál: 1.Vit taka støði í tí einstaka 2.Vit viðurkenna ymisleika og 3.Vit styrkja arbeiðsførleikar. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012.

Les meira á www.dugni.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið