Norðoya Apotek
Útgivið
5. januar 2025
Útgongur
24. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir farmakonomi til eitt farloyvisstarv.

Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv á 40 t/viku ella eftir avtalu í 1 ár. Setan skjótast tilber.

Vit leggja dent á at tú

  • dámar væl at veita kundum góða tænastu
  • er fyrikomandi, álítandi og ágrýtin
  • møtir væl upp
  • er fleksibul
  • hevur telduførleikar ella er fús/ur at tilogna sær slíkar

Vit bjóða eitt avbjóðandi og mennandi starv á einum gevandi arbeiðsplássi, har trivnaður og fjølbroytni í arbeiðsdegi og -uppgávum hevur høga raðfesting. Vit eru 16 starvsfólk, harav ein fjórðingur er farmakonomnæmingar. Sostatt hava starvsfólk týdningarmiklan leiklut í at klekja dugnaligar farmakonomar.

Umframt vanliga distributión og ráðgeving av heilivági til viðskiftafólk veita vit eisini heilivágstænastu, heilivágsgjøgnumgongd, eftirlit og uppfyllan av heilivágskistum, korona-koppsetingar, heilsukanningar og starvsfólk til vekslaraskipan.

Apotekið er ISO 9001 góðkent og hevur vaktarskipan til útflýggjan av heilivági í úrtíð

Setan er eftir galdandi sáttmála millum FMR og Farmakonomforeningen.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og lívrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. jan. 2025. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hetta leinkið.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til apotekara Nannu Knudsen á tlf 404180, teldupost nanna@apotek.fo, ella leiðandi farmakonom Jonu Thune á tlf 404175, teldupost jona@apotek.fo

Líknandi størv

Kokkur til Miklagarð   Faroe Islands nýtt
6. januar 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið