Norðoya Apotek
Útgivið
17. juni 2025
Útgongur
11. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Norðoya apotek hevur í løtuni tørv á tveimum farmakonomum fyri starvsfólk í
barnsburðarfarloyvi.

Høvuðsarbeiðsøkið er “skrankin”. Vit raðfesta skranka-arbeiðið høgt og vilja tí fegin
hava, at tú, saman við okkum, gevur viðskiftafólkum okkara eina góða tænastu og
ráðgeving.

Vit leggja dent á at tú

  • dámar væl at veita kundum góða tænastu
  • er fyrikomandi, álítandi og ágrýtin
  • møtir væl upp
  • er fleksibul
  • hevur telduførleikar ella er fús/ur at tilogna sær slíkar

Vit bjóða eitt avbjóðandi og mennandi starv á einum gevandi arbeiðsplássi, har
trivnaður og fjølbroytni í arbeiðsdegi og -uppgávum hevur høga raðfesting. Vit eru 16
starvsfólk, harav ein fjórðingur er farmakonomnæmingar. Sostatt hava starvsfólk
týdningarmiklan leiklut í at klekja dugnaligar farmakonomar.

Umframt vanliga distributión og ráðgeving av heilivági til viðskiftafólk veita vit eisini
heilivágstænastu, heilivágsgjøgnumgongd, eftirlit og uppfyllan av heilivágskistum,
korona-koppsetingar, heilsukanningar og starvsfólk til vekslaraskipan.

Apotekið er ISO 9001 góðkent og hevur vaktarskipan til útflýggjan av heilivági í úrtíð

Setanarviðurskifti
Størvini eru á 35 tímar/viku ella eftir avtalu og verða sett skjótast tilber. Størvini eru
tíðaravmarkaði til ávikavist 31/1-2026 og 31/10-2026.

Setan er eftir galdandi sáttmála millum FMR og Farmakonomforeningen.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og lívrensli skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 11. juli 2025. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hetta
leinki.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til apotekara Nannu Knudsen á tlf 404180,
teldupost nanna@apotek.fo, ella leiðandi farmakonom Jonu Thune á tlf 404175, teldupost
jona@apotek.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið