Lýsing
Norðoya apotek hevur í løtuni tørv á tveimum farmakonomum fyri starvsfólki í farloyvi.
Høvuðsarbeiðsøkið er “skrankin”. Vit raðfesta skranka-arbeiðið høgt og vilja tí fegin hava, at tú, saman við okkum, gevur viðskiftafólkum okkara eina góða tænastu og ráðgeving.
Vit leggja dent á at tú
- dámar væl at veita kundum góða tænastu
- er fyrikomandi, álítandi og ágrýtin
- møtir væl upp
- er fleksibul
- hevur telduførleikar ella er fús/ur at tilogna sær slíkar
Vit bjóða eitt avbjóðandi og mennandi starv á einum gevandi arbeiðsplássi, har trivnaður og fjølbroytni í arbeiðsdegi og -uppgávum hevur høga raðfesting. Vit eru 16 starvsfólk, harav ein fjórðingur er farmakonomnæmingar. Sostatt hava starvsfólk týdningarmiklan leiklut í at klekja dugnaligar farmakonomar.
Umframt vanliga distributión og ráðgeving av heilivági til viðskiftafólk veita vit eisini heilivágstænastu, heilivágsgjøgnumgongd, eftirlit og uppfyllan av heilivágskistum, korona-koppsetingar, heilsukanningar og starvsfólk til vekslaraskipan.
Apotekið er ISO 9001 góðkent og hevur vaktarskipan til útflýggjan av heilivági í úrtíð
Setanarviðurskifti
Størvini eru á 35 tímar/viku ella eftir avtalu og verða sett skjótast tilber. Størvini eru tíðaravmarkaði til ávikavist 31/10-2026 og 28/2-2027
Setan er eftir galdandi sáttmála millum FMR og Farmakonomforeningen.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og lívrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. januar 2026. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hetta leinki.
Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til apotekara Nannu Knudsen á tlf 404180, teldupost nanna@apotek.fo, ella leiðandi farmakonomi Jonu Thune á tlf 404175, teldupost jona@apotek.fo