Roðin økistænastan
Útgivið
22. maj 2025
Útgongur
4. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir tær til heimatænastuna!

Hevur tú áhuga fyri at veita umsorgan fyri menniskjum, og vilt tú vera við til at gera mun í gerandisdegnum hjá eldri borgarum?
Heimatænastan leitar eftir ágrýtnum, umsorganarfullum og ábyrgdarfullum røktarstarvsfólki, at veita røkt og stuðul til borgarar sum búgva heima.

Vit søknast eftir:
- Starvsfólki í føstum starvið, ið kann arbeiða í skiftandi vaktum – dag-, kvøld- og
vikuskiftir.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um:

  • At veita persónliga og praktiska røkt til borgarar í teirra egna heimi, við tí endamáli at stuðla teimum í at varðveita sjálvbjargni og góða lívsgóðsku.
  • At samstarva við starvsfelagaðar, avvarðandi og aðrar heilsufagbólkar, fyri at tryggja, at borgarin fær ta hjálp honum tørvar.
  • At fylgja upp og skráseta í Cosmic, fyri at tryggja, at røktin verður tillaga og framd eftir tørvi.
  • At vera við til at menna trivnaðin hjá borgarunum og stuðla honum í dagligdegnum.

Vit leita eftir tær, ið:

  • Er útbúgvin og hevur góðkenning, sum heilsurøktari.
  • Er útbúgvin heilsuhjálpari.
  • Hevur møguligar royndir í heimarøkt - hóast tað ikki er eitt krav.
  • Er umsorganarfull/ur, álítandi og hevur góð evni at samskifta, bæði við borgarar, avvarðandi, starvsfelagar og aðrar fakbólkar.
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur evnini at skapa tryggleika og álit hjá borgaranum.
  • Tekur ábyrgd fyri tínum arbeiði.
  • Hevur koyrikort, tí starvið krevur, at tú skalt koyra út til borgararnar.

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðspláss, har tú hevur møðuleika at gera mun í gerandisdegnum hjá tí einstaka borgaranum.
  • At tú verður partur av einum starvsfólkahópi, har trivnaður og samstarv er í hásæti.
  • Góða upplæring og møguleika fyri fakligari menning.
  • Góðar starvstreytir og løn í samsvarar við galdandi sáttmála

Setanarviðurskifti
Størvini verður lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og ávikavist Heilsurøktarfelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju Holm, deildarleiðara í heimatænastuni, tlf. nr. 793304 ella við telduposti til anjah@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til heimatænastuna”.
Umsóknafreistin er 4. juni 2025

Líknandi størv

30. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið