Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
14. maj 2024
Útgongur
24. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

So hava vit møguliga eitt starv júst til tín.

Vit sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðilesandi at arbeiða á okkara songjadeild í summar. Eitt summarstarv hjá okkum kann geva tær viðkomandi starvsroyndir, sum tú kanst brúka og vísa á seinni á lívsleið tíni. Vit eru lagalig í mun til arbeiðstíð, tó kann væntast at arbeiða í skiftandi vaktum. Møguleiki er fyri bæði styttri og longri tíðarskeiðnum.

Vit bjóða
Góða innleiðslu har tú at byrja við verður saman við/upplærd/ur av starvsfeløgum.
Eitt spennandi, avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjøltáttað starv saman við góðum starvsfeløgum.

Okkara songjadeild er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku og 20 songjaplássum. Vit eru uml. 30 starvsfólk og hava tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.

Vit ynskja, at tú

  • setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • kennir ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
  • ert sjúkrarøktarfrøðilesandi og hevur í minsta lagi staðið fyrstu starvsvenjingina.

Á okkara Instagramvanga sshseingjardeildin kanst tú fylgja við í okkara gerandisdegi á songjadeildini.

Ert tú ikki búsitandi í Suðuroynni, kunnu vit hjálpa tær at finna bústað.

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú ynskir at vita meira, er Lisbet Jacobsen, deildarleiðari fús at svara tínum spurningum á tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost lisbet@ssh.fo.

Vit gleða okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi fríggjadagin 24. mai 2024.

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
27. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið