Barnagarðurin á Mýrunum
Útgivið
21. maj 2025
Útgongur
15. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Barnagarðurin á Mýrunum í Runavík leitar eftir eldhugaðum starvsfólki, sum vil vera við til at skapa ein tryggan, mennandi og náttúruvinarligan gerandisdag fyri børnini. Vit hava fleiri spennandi størv leys at seta – bæði til vøggustovu og barnagarð.

Vit søkja:

  1. 2 námsfrøðingar (30-40 tímar um vikuna) til vøggustovu
  2. 1 námsfrøðing (30-40 tímar um vikuna) til barnagarðsstovu
  3. 2 námsfrøðingar (30-40 tímar um vikuna) og 1 hjálparfólk (30-40 tímar um vikuna) til náttúrubarnagarðsstovu við sertilboð.
  4. 1 námsfrøðing (35-40 tímar um vikuna) og 1 hjálparfólk (30-40 tímar um vikuna) til útibarnagarðsstovu.

Eisini søkja vit eftir

  • 1 føstum avloysara (30-40 tímar um vikuna)
  • 1 avloysara eftir tørvi (15-20 tímar um vikuna)

 

Um stovnin:
Vit liggja í náttúruperluni við Toftavatn – okkara dagliga spælipláss. Vit vitja regluliga Bylgjuna, Bókasavnið og Ellisheimið. Stovnurin rúmar 104 børnum (0-6 ár) býtt á tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur.

Vit leita eftir tær, sum:

  • Hevur útbúgving innan námsfrøði (ella ert á veg)
  • Vilt arbeiða við sernámsfrøði í einum inkluderandi høpi.
  • Hevur áhuga fyri relatiónsarbeiði og øðrvísi samskifti
  • Vil skapa fjølbroyttar, mennandi og tryggar karmar
  • Dámar væl at nýta náttúruna sum menningaramboð

Vit bjóða tær:

  • Góðar arbeiðstøður og møguleika at seta tín dám á gerandisdagin
  • Eitt fakligt og mennandi starv við avbjóðingum og felagsskapi
  • Ein stovn, ið málrættað arbeiðir eftir teimum seks grundarsteinunum, TÍTT, DPU og menningarætlanini.

Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett fram til juli 2026.

Fólk við øðrum viðkomandi útbúgvingum og námsfrøðilesandi, ið skjótt vera liðug við lesnaðin, eru vælkomin at søkja. Ætlar tú at lesa víðari til námsfrøðing, er hetta eisini ein góður møguleiki at nema tær royndir áðrenn lestrarbyrjan.

Praktiskt:

  • Umsóknarfreist: 15. Juni 2025
  • Hvar: Send umsókn og viðkomandi skjøl umvegis alfred.fo
  • Setanartreytir: sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF)
  • Løn:
    • Hjálparfólk stig 2-8,
    • námsfrøðiligir atstøðingar stig 9-14,
    • námsfrøðingar stig 11-24.
  • Barnaváttan: skal latast inn við setan
  • Broytingar: Tey sum sett vera mugu tola, at broytingar kunnu koma fyri á stovninum.
  • Spurningar? Ring til Oslu Olsen, leiðara, á tlf. 237880.

 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær – og bjóða tær vælkomin í eitt fakligt og náttúruvinarligt umhvørvi, har barnið er í miðdeplinum!

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið