Bilasølan
Útgivið
28. marts 2023
Útgongur
28. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir dugnaligum fólkum at arbeiða á okkara verkstaði – bæði útbúnum biltøkningum og biltøknilærlingum.

Ert tú røkin, álítandi, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis samstarva við okkara dugnaliga toymi av biltøkningum, so eru vit áhugaði í at hoyra frá tær!

Hjá Bilasøluni leggja vit stóran dent á at viðskiftafólk okkara fáa bestu tænastuna, og virka vit tí fyri góðum arbeiðsumhvørvi við vælútbúnum starvsfólkum.

Bilasølan er umboð fyri Volkswagen, Audi og Škoda í Føroyum. Hetta eru spennandi veitarar, ið seta høg krøv til øll okkum, ið arbeiða við teimum, og tí er talan um eitt spennandi og avbjóðandi starv.

Hevur tú spurningar um starvið, so ring til Dávur Johansen, verkstaðsleiðara, á tlf. 239700.

Starvið verður sett skjótast til ber og lønin er eftir avtalu.

Send okkum eina umsókn merkt "biltøkningur" ella "lærlingur" til bilasolan@bilasolan.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið