Lýsing
Vit sóknast eftir nýggjum leiðandi bioanalytikara til Rannsóknarstovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Talan er um fast starv til setan 1. septembur 2023 ella eftir nærri avtalu.
Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.
Rannsóknarstovan umfatar økini klinisk biokemi, blóðbanki/klinisk immunologi og klinisk mikrobiologi og ger kanningar av innløgdum og ambulantum sjúklingum eftir tilvísing frá lækna.
Á Rannsóknarstovuni starvast fimm bioanalytikarar umframt leiðaran. Starvsfólkini skiftast til at manna tey ymisku økini.
Gerandisdagar starvast fýra bioanalytikarar á rannsóknarstovuni. Eftir kl. 15 gerandisdagar er ein bioanalytikari í tilkallivakt, umframt vikuskifti, sunnu- og halgidagar.
Ábyrgd og uppgávur eru m.a.
- Leiðsla av virkseminum á Rannsóknarstovuni
- at tryggja at starvsfólkini hava neyðugu førleikarnar til ásettu uppgávurnar
- at skapa eitt áhugavert arbeiðspláss, har trivnaður, førleikar og menning eru við til at varðveita og rekruttera starvsfólk
- at arbeiða tvørfakligt við øðrum fakbólkum, bæði á sjúkrahúsinum og í Sjúkrahúsverkinum
- umframt at hava leiðsluna av deildini, luttekur leiðandi bioanalytikarin eisini í dagliga arbeiðinum.
Leiðandi bioanalytikarin er partur av leiðslubólkinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, umframt at samstarv er við rannsóknarstovurnar í Sjúkrahúsverkinum. Hervið er møguleiki fyri sparring og vitanardeiling við tínar starvsfelagar.
Vit vænta, at tú
- setur tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
- hevur hug og evni til leiðslu
- ert framsíggin og nýhugsandi
- ert strukturerað/ur og hevur góð samstarvs- og samskiftisevni á øllum fyriskipanarstigum
- dámar at hava nógv at gera og klárar at hava yvirlit í akuttum støðum
- ert opin og jalig/ur
- trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og ábyrgdarfult
- ert opin fyri eftirútbúgving
- royndir og/ella útbúgving innan leiðslu kunnu vera ein fyrimunur
- hevur autorisatión sum bioanalytikari
Vit bjóða eitt starv við
- einum gerandisdegi við fjølbroyttum og sjálvstøðugum uppgávum
- góðum og skipaðum arbeiðsumhvørvi
- fakliga skikkaðum og virknum starvsfelagum
- tvørfakligum samstarvi
- skipaðari innleiðslu.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnbjørg Guttesen, varastjóra á tlf. 343300 ella umvegis teldupost gunnbjorg@ssh.fo.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Bioanalytikarafelagið.
Ljóðar hetta áhugavert?
So gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi mánadagin 14. august 2023.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.