IDEmøblar
Útgivið
21. juli 2024
Útgongur
19. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú gerast partur av einum sterkum toymi? Goymslutoymið hjá IDEmøblum søkir eftir lærlingi til logistikatstøðing

Vit hjá IDEmøblum bjóða eitt spennandi lærupláss sum logistikatstøðingur í okkara stóra, nútímans møblahúsi. Her er altíð ferð á og nógv at gera. Sum logistikatstøðingalærlingur verður tú partur av goymslutoyminum hjá IDEmøblum. Her fært tú fryntligar og dugnaligar starvsfelagar og góð arbeiðsviðurskifti. Sum logistikatstøðingur verður tú millum annað við til at móttaka vøru, koyra vøru út til kundar og at skipa goymsluna. Við í lærutíðini er skúlagongd í Danmark.

Um tú ...

  • ert arbeiðssamur/som og røkin
  • ert fyrikomandi og opin
  • hevur koyrikort
  • hevur lætt við at seta teg inn í telduforrit

... so ert tú møguliga júst tann, vit leita eftir.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur FHS, hægri handilsskúla ella aðra viðkomandi útbúgving.

Sum partur av IDEmøbla-toyminum kanst tú verða vís/ur í at hava ein spennandi gerandisdag í Føroya størsta møblahúsi. Vit hava 45 ár á baki, og øll hesi árini hava vit lagt dent á at hava dygdargóðar vørur í handlinum og eina tænastu, sum er í hásæti.

Umsókn:
Er hettar nakað fyri teg, send ein teldupost við umsókn og viðkomandi skjølum til Elsebeth:

ea@ide.fo

Umsóknarfreist 19. august 2024.

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024
Parttíðarstarv í Rumbul í SMS   Faroe Islands nýtt
5. september 2024
Starvsfólkaumsitari til Gist&Vist   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið