SP/F Elding
Útgivið
19. december 2023
Útgongur
23. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit í Elding sóknast nú eftir einum dugnaligum leiðara til okkara hvítvøruverkstað!

Hvør ert tú?
Vit sóknast eftir einum persóni, ið brennur fyri at veita bestu tænastu til kundar og viðskiftafólk okkara. Tú verður andlitið á fyritøkuni, og tað hevur tí týdning, at tú ert ábyrgdarfullur og álítandi, og at tú dugir væl við menniskjum. Harumframt mást tú vera kundavinarligur, og duga at seta tørvin hjá kundanum í fokus.
Vit vænta eisini, at tú ert væl fyri handaliga, og hevur royndir innan el- og maskinarbeiði e.l.

Arbeiðsuppgávur

  • Daglig samskipan av hvítvøruverkstaðnum
    • Ymiskar service uppgávur

Fyri at menna tínar førleikar og vitan, bjóða vit upplæring hjá okkara veitarum, sum t.d. Miele Professional.
Talan er um fulltíðarstarv, og starvsstavurin er á hvítvøruverkstaðnum í Tórshavn.

Stutt um hvítvøruverkstaðið
Á hvítvøruverkstaðnum veita vit m.a. hesar tænastur til bæði privat- og vinnukundar:

  • Tilsetan og umvæling av hvítvørum
    • Viðlíkahald av industrimaskinum
    • Bílegging av eykalutum

Vit seta høg krøv til útbúgvingar innan ávísar maskinur til okkara teknikkarar, sum allir hava góðar og drúgvar royndir.

Hvítvøruverkstaðið – sum er góðkent Miele verkstað, og hevur alla neyðuga hágóðsku útgerð – heldur til í Havn, í snotiligum umstøðum á heili 200 kvadratmetrum

Umsókn og freist
Umsóknarfreistin er leygardagin 23/12 á midnátt, og skulu sendast til Mads Andreas Winther, stjóra, á teldupost maw@elding.fo

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mads Andreas á tlf. 529000.

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026
Sjóvarlon søkir avloysarar   Faroe Islands nýtt
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið