Lýsing
Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til starv í Suðuroy. Talan er um fast starv á brøki 0,8 til setan frá 01.02.2023 ella skjótast tilber.
Her fært tú møguleikan at vera við til at mynda okkara økispsykiatri. Í hesum økinum eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða saman um økið, sum umfatar alla oynna. Íalt eru tólv sjúktarøktarfrøðingar í økispsykiatriska toyminum, og aðru hvørja viku møtast allar til felags- og tvørfakliga konferensu og fakliga sparring. Sosialráðgevi er eisini partur av toyminum. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við allar fakbólkar í psykiatriini og tvørgeiraligt, so sum heimatænastu, kommunulækna og onnur.
Psykiatriski Depilin arbeiðir eftir hugburðinum, ”Samskapað psykiatri”, har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka sjúklingin.
Á Psykiatriska Deplinum arbeiða vit miðvíst við betranararbeiði eftir háttinum Quality Improvement, so vit áhaldandi kunnu menna og halda støðið á tænastu, trygd og dygd.
Hvør ert tú ?
Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur sum ert sinnað/ur at læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum og megnar at arbeiða sjálvstøðugt.