Føroya Keypssamtøka
Útgivið
24. april 2024
Útgongur
26. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir leiðara til frukt- og grønmetisdeildina í FK í Hoyvík, ið hevur peruna í ordan, grønar fingrar og ikki ræðist mold undir neglunum.

Tú gerst partur av einum arbeiðsplássi, har umleið 75 starvsfólk samstarva um at gera handilin so innbjóðandi og góðan sum til ber.

Vit vænta at tú…

…ynskir at veita góða kundatænastu

…gongur høgt uppí, at handilin sær snøggur út

…hevur góð samstarvsevni, samstundis sum tú arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst

…hevur lætt lyndi

…ert ikki bangin fyri at biðja um hjálp

…altíð ert fús/ur at hjálpa øðrum

…kanst byrja í starvinum í desember/januar, ella eftir nærri avtalu

Gularótin er eitt spennandi starv, ið gevur tær møguleika at menna tíni handilsligu evnir, og har eingir dagar eru líka.

Talan er um fulltíðarstarv. Arbeiðstíðin er allar dagar í vikuni, uttan sunnudag.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8-16 gerandisdagar. Tá arbeitt verður leygardag, hevur tú frí onkran annan dag í vikuni.

Tú kanst ringja til deildarstjóran Thomas Kromann á tlf. 21 25 31 og spyrja nærri um starvið.

Vilt tú gera grøna skiftið í tínum arbeiðslívi?

Send eina umsókn til: tk@fk.fo

Umsóknarfreistin er 26. mai 2024.

Vit viðgera umsóknirnar so hvørt tær koma inn.

Líknandi størv

24. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið