Lýsing
Vit søkja eftir farmakomomi í eitt farloyvisstarv í 9-12 mánaðir. Starvsøkið er í høvuðsheitum í skranka.
Tínir førleikar
Vit leggja dent á, at tú
- dámar væl at veita kundum góða tænastu
- er jalig/ur, ábyrgdarfull/ur og hevur gott arbeiðstev
- møtir væl upp
- er fyrikomandi og blíð/ur
- er fleksibul
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv á 40 t/viku (ella eftir avtalu).
Setan er 1. desember 2024 og 9-12 mánaðir fram eftir avtalu.
Setan er eftir galdandi sáttmála millum FMR og Farmakonomforeningen.
Umsókn
Freistin at søkja er 15.11.2024 – Trýst er fyri at søkja.
Møguliga ivamál og spurningar kunnu beinast til Ingun Hansen, apotekara á ingun.hansen@apotek.fo ella Petsy Midjord, leiðandi farmakonom á petsy.midjord@apotek.fo.
Apoteksverkið tlf.+298 404040
Lýsing av Eysturoyar Apoteki – sí www.apotek.fo