RENT A BIKE & OUTDOOR
Útgivið
23. marts 2026
Útgongur
20. april 2026
Staður
Sverrisgøta 20, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Lærupláss
T-post
rentabike@rentabike.fo

Lýsing

Súkklumekanikaralærlingur

Súkkluhandilin RENT A BIKE & OUTDOOR leitar eftir lærlingi til okkara súkkluverkstað. Tú fært eina spennandi og fjølbroytta útbúgving, sum er ein samanseting av upplæring á læruplássinum og undirvísing í skúla.

Sum súkklumekanikaralærlingur lærir tú at kanna, stilla og umvæla ymsar partar á súkklum, so sum gir, bremsur, hjól og róður. Tú fert eisini at arbeiða við nógvum ymiskum sløgum av súkklum – eisini el-súkklum.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna eisini um at samla nýggjar súkklur, selja súkklur og súkkluútgerð, umframt at leiga súkklur út og viðlíkahalda leigusúkklur.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur, trívist í einum lívligum umhvørvi og hevur áhuga fyri mekaniskum arbeiði, handli og ferðavinnu.

Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir avtalu.

 

Skúlagongd

Tá ið tú ert í læru sum súkklumekanikari, fert tú á skúlaskeið í Danmark í fýra umførum. Skúlaskeiðini eru um veturin. Tú kanst lesa meira um útbúgvingina her:
https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/toekni-flutningsfoer/sukklumekanikari

 

Útbúgvingarlongd

3 ár og 3 mánaðir, býtt millum lærupláss og skúla.

 

Upptøkukrøv

Fyri at verða upptikin krevst, at tú hevur 9. floksprógv.

 

Løn

Lærlingaløn verður ásett sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Landsfelag Handverkaranna.

 

Umsókn

Send okkum eina umsókn og viðkomandi skjøl til:  rentabike@rentabike.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 1. mai 2026.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bartal í Gongini á telefon 270 600.

 

Um RENT A BIKE & OUTDOOR

RENT A BIKE & OUTDOOR er ein súkkluhandil, ið selur súkklur, súkkluútgerð, rulluskoytur, rennihjól og skateboards. Handilin hevur yvir 60 leigusúkklur og skipar fyri túrum við ferðaleiðara. Harumframt hava vit eitt súkkluverkstað, ið umvælir allar súkklur.

Líknandi størv

27. marts 2026
27. marts 2026
27. marts 2026
24. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið