Lýsing
Vegna barnsburðarfarloyvi er starvið sum fakligur samskipari í føroyskum sum annaðmál leyst at søkja. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. desember 2025 til 6. november 2026.
Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum. Tú kemur at standa á odda fyri økinum, saman við FSA-toyminum. Toymið skal tryggja, at føroyskt sum annaðmál verður umsitið skynsamt sum undirvísingartilboð bæði til børn og vaksin. Toymið hevur ábyrgd av at samanhangur er í undirvísingartilboðunum. Eisini kemur tú at vera partur av fólkaskúlatoyminum.
Um starvið
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum saman við toyminum fer at hava hesar høvuðsuppgávur:
- samskipa undirvísing kring landið í føroyskum sum annað mál fyri vaksin
- hava ábyrgd av samstarvinum við útbúgvingarstovnar
- hava ábyrgd av at tryggja neyðugu dygdina í undirvísingini í føroyskum sum annaðmál
- luttaka í netverkum, ið eru viðkomandi fyri økið
- saman við viðkomandi áhugapørtum vera við at menna og tryggja framhaldandi
- skeiðs- og eftirútbúgvingarvirksemi á økinum
- viðgera og taka avgerð í viðkomandi fyrisitingarligum málum á økinum
- vera virkin í tvørgangandi verkætlanum og menningararbeiði í stýrinum
- aðrar fyrisitingarligar uppgávur, sum verða lagdar til samskiparan og toymið
Førleikakrøv
Vit vænta, at okkara nýggi starvsfelagi:
- hevur viðkomandi hægri útbúgving
- megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
- er væl skipað/-ur og hevur hegni til fyrisiting
- hevur góð samstarvsevni, verður ein liðspælari og eisini megnar at arbeiða
- sjálvstøðugt
- er tænastusinnað/ur
- hevur vilja og evni at royna nýggjar leiðir
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur fyrisitingarligar ella undirvísingarligar royndir á økinum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lýst til setanar frá 1. desember 2025 til 6. november 2026.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum øðrum skjølum skal vera
Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 9. oktober 2025 kl. 12.00.
Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 9
110 Tórshavn
ella við t-posti: undirvising@uvs.fo
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Vagn Foldbo, deildarleiðara, tlf. 555057
Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Umframt fólkamiðnáms- og vinnuskúlarnar, eru Studni, Musikkskúlaskipanin og Vegleiðingarstovan partar av stýrinum. Undirvísingarstýrið stendur fyri menningini av Kervi+ og Skúlanet. Í Undirvísingarstýrinum starvast 31 fólk.