Tórshavnar kommuna
Útgivið
25. juli 2024
Útgongur
18. august 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu søkir eftir familjuráðgeva. Talan er um eitt barsilsstarv á 40 tímar um vikuna frá 15. oktober 2024 til 1. november 2025.

Um starvið
Barnaverndartænastan er partur av Sosialu deild, sum aftur er partur av Trivnarðarfyrisitingini. Á deildini verður tú partur av einum tvørfakligum toymið við 13 sosialráðgevum, 5 familjuráðgevum, 2 sálarfrøðingum og 2 skrivarum umframt leiðslu.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú gerst partur av einum familjuráðgevaratoymið, sum arbeiðir við at ráðgeva og stuðla familjum, ið eru fevndar av barnaverndarlógini. Endamálið er at tryggja, at børn ikki liva undir viðurskiftum, sum eru skaðilig fyri teirra heilsu og menning. Í arbeiðinum møtir tú, sum familjuráðgevi, fólkum í ymiskum aldursbólkum og umstøðum, eitt nú ymisk familjumynstur, sálarlig, sosial og fíggjarlig viðurskifti.

Arbeiðið í Barnaverndartænastuni verður framt í tøttum samstarvi millum ymisku fakbólkarnar, og sum familjuráðgevi hevur tú ein týðandi leiklut í hesum samstarvi. Umframt innanhýsis samstarv eru nógvir aðrir samstarvspartar, t.d. skúlar og stovnar, sum á einhvønn hátt hava samband við børn og ung.

Í Barnaverndartænastuni verður støðugt arbeitt við at menna tær fyriskipanir, sum verða settar í verk við møguleika fyri at stovna heilt nýggjar loysnir. Arbeiðið tekur útgangsstøðið í háttalagnum Signs of Safety við stórum fokusi á at inndraga barnið og familjuna. Stórur dentur verður lagdur á, at tú hevur hug at gerast partur av hesum arbeiðinum.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið