Barnaverndarstova Føroya
Útgivið
19. december 2024
Útgongur
6. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú vera við til at byggja upp eitt nýtt viðgerðartilboð, sum hevur til endamáls at fyribyrgja, at børn verða sett heiman? Vilt tú vera partur av eini stovnsmentan, sum stuðlar undir trivnað og sunna menning fyri børnini, so tey kunnu møta framtíðini við lívsgleði? Ynskir tú tær eitt fjølbroytt arbeiðslív við møguleika fyri at gera mun fyri tær familjur í viðbreknari støðu, sum hava mest brúk fyri tí, bæði í egnum heimi og sum part av einum samdøgursviðgerðartilboði?

Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Kommunufelagið hava sett á stovn nýtt viðgerðartilboð við heitinum, Familjutænastan. Familjutænastan er fyribyrgjandi fyriskipan og veitir ráðgeving og viðgerð til familjur, sum hava avbjóðingar í foreldraleiklutinum, og sum fegnar vilja hava hjálp. Bygnaðarliga er Familjutænastan sjálvstøðug eind undir Barnaverndarstovu Føroya.

Tú verður partur av einum toymi av familjuviðgerum, sum bæði fara at arbeiða inni á stovninum og í heimunum hjá familjunum. Endamálið er at stuðla og vegleiða familjum í sínum foreldraskapi fyri at skapa trygg sambond við denti á trivnað og menning hjá hvørjum einstøkum barni.

Arbeiðið á stovninum kann fevna um eygleiðing av samspæli og videofeedback viðvíkjandi styrkjum og avbjóðingum í samspælinum og í familjudynamikkinum, ráðgeving í foreldraleiklutinum, at leggja til rættis og eggja til at taka lut í vanligum familjuvirksemi, at stuðla undir at skipa ein gerandisdag og at taka lut ígerandisuppgávum, og harumframt praktiskar uppgávur, sum fáa gerandisdagin á viðgerðarstovninum at ganga smidliga.

Arbeiðið kring landið verður lagt til rættis eftir tørvinum hjá einstøku familjunum. Tilgongdirnar verða ráðlagdar alt eftir einari samlaðari meting av tørvinum hjá innskrivaðu familjunum; og tær verða lagdar til rættis í tøttum samstarvi við sálarfrøðiliga fakliga leiðaran av tilboðnum. Arbeiðstíðin er skiftandi og verður løgd til rættis eftir tørvinum hjá teimum, sum eru innskrivað. Væntast kunnu bæði dag-, kvøld- og vikuskiftisvaktir.

Familjutænastan arbeiðir í tøttum samstarvi við barnaverndartænasturnar, og skal eisini bjóða døgnviðgerð og gera kanningar fyri barnaverndartænasturnar.

Vit vænta, at tú:

  • hevur miðallanga útbúgving, til dømis námsfrøðingur, ergoterapeutur, sosialráðgevi, lærari, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsufrøðingur ella líknandi
  • hevur viðkomandi royndir at viðgera familjur og børn í viðbreknari støðu
  • hevur vitan um menningarsálarfrøði, herundir tilknýtisteori, vansorgan og sálarløst hjá børnum og ungum
  • hevur góðan førleika at eygleiða og mentalisera, og evni til skrivliga og munnliga at skipa umframt greitt og virðiliga at bera fram eygleiðingar, refleksiónir og metingar.

Tað er ein fyrimunur, um tú:

  • hevur viðkomandi eftirútbúgving innan fyri til dømis familjuviðgerð ella miljøterapi
  • hevur royndir við at finna kreativar loysnir í psykososialum viðgerðararbeiði, herundir at taka víðkaða netverkið hjá familjunum uppí

Vit ynskja okkum umsøkjarar, sum:

  • hava hug at vera við til at menna ein stovn við fyribyrgjandi fyriskipanum
  •  hava góð evni at skapa samband, vísa virðing, forstáilsi og áhuga fyri menniskjum í serliga truplum støðum
  • kunnu rúma og megna torgreiddar “familjudynamikkir” og duga at navigera í øðrvísi virðum og mentanum
  • eru búnir, støðufestir og til reiðar at fara uppbyggjandi til verka og finna loysnir í einum umskiftiligum umhvørvi, sum er undir menning
  • hava evni og áhuga at reflektera yvir egið virksemi
  • hava hegni at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva tvørfakliga
  • hava gott yvirlit og góð evni at skipa
  • tola, at starvsstaðurin og arbeiðsuppgávurnar valdast um tørv og fyriskipanir hjá familjunum

Vit bjóða tær

  • at gerast partur av einum fakliga sterkum umhvørvi við servitan um børn og familjur í viðbreknari støðu
  •  møguleika fyri viðkomandi eftirútbúgving og førleikamenning
  • møguleika at vera við til at skapa eitt nýtt og spennandi viðgerðartilboð til gagns fyri tær familjur og børn, sum hava mest brúk fyri tí
  •  góðar møguleikar fyri sparring og supervisión

Setanartreytir og nærri upplýsingar
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Camillu Henanger, leiðara á Familjutænastuni, á telefon 288920, ella til Oddbjørg Balle, leiðara á Barnaverndarstovu Føroya, á telefon 225696.

Tey, ið verða sett, skulu játta, at barnaváttan verður umbiðin. Fyri at verða sett/ur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan.

Send umsókn, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl til camilla@bvs.fo í seinasta lagi 6. januar 2025, viðmerk “Umsókn”.

 

Barnaverndarstova Føroya er ein felagskommunalur stovnur, sum virkar fyri at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í Føroyum. Ábyrgdarøkini hjá Barnaverndarstovuni eru í høvuðsheitum at veita ráðgeving og skipa undirvísing til barnaverndartænasturnar kring landið, at skipa og umsita Fosturforeldraskipanina og at umsita og samskipa arbeiðið í Barnahúsinum. Les meira á bvs.fo.

Fyrisitingarliga liggur Barnaverndarstovan undir Kommunufelagnum.
Barnaverndarstova Føroya heldur til í Kommunuhúsinum í R. C. Effersøesgøtu 26, Tórshavn saman við Kommunufelagnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, SSP-samstarvinum og Listaleypinum

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið