Almannaverkið
Útgivið
13. januar 2025
Útgongur
26. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt starv 34 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt og til 31.12.2025. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Runavík.

Arbeiðsuppgávur
Á Sambýlinum á Blikagøtu búgva 12 fólk við menningartarni og fjølbreki, sum hava tørv á námsfrøðiligum stuðli og røkt. Sambýlið er á einari hædd, har búfólkini hava hvør sína íbúð umframt felagshøli.

Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vit arbeiða fyri, at búfólkini fáa tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið.

Eisini fevna uppgávurnar um persónliga røkt. Tú verður eisini kontaktpersónur hjá búfólki – hetta inniber eitt nú at hava samband við avvarðandi, læknavitjanir o.s.fr.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðum borgarans. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar viðlíka.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

 

Líknandi størv

31. januar 2025
31. januar 2025
28. januar 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið