Vestmanna Kommuna
Útgivið
29. oktober 2025
Útgongur
14. november 2025
Staður
Faroe Islands
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.

Vegna gleðiligar umstøður á ítróttadagstovnaøkinum í Vestmanna, søkja vit eftir einum
námsfrøðing í farloyvisstarv fyri námsfrøðing sum fer í barnsburðarfarloyvi

Talan er um:
• 32,5 tímar um vikuna í vøggustovu, frá 1. desembur 2025 til 23. desembur 2026
Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í farloyvisstarvið.

Um okkum:
Á ítróttadagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 38 eldhugaðir starvsfelagir, ið allir koma við sínum íkasti til eitt aktivt og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Ítróttadagstovnaøkið í Vestmanna er í trimum deildum:

Gjáarlon liggur ovarlaga í Vestmanna, í náttúruvøkum umhvørvi við stutt til haga, fjøru og
viðarlund. Her hava 66 børn sína dagligu gongd. Í Gjáarlon eru 5 stovur, 3 vøggustovur (Fossurin,
Hylurin og Veitin) og 2 barnagarðsstovur (Áin og Keldan). Í løtuni arbeiða 22 eldhugaðar
starvsfelagar í Gjáarlon.

Beint omanfyri liggur Látipípan, her hava 21 tey elstu barnsgarðsbørnini sína dagligu gongd, saman við 5 eldhugaðum starvsfeløgum. Í Látipípuni eru tey nógv úti, nógvar túrar út av húsinum, til dømis í fimleikkarsalinum og svimjihøllini. Aftaná páskafrítíðina fara børnini i árgangur 20 at flyta oman í frítíðarstovuna.

Frítíðarstovan liggur í egnum hølum undir læknamiðstøðini. Í løtuni ganga 59 børn úr 1., 2. Og 3. Flokki og her arbeiða 10 starvsfelagir. Til hvønn árgang eru knýttir tveir ábyrgdarpersónar.

Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða vit út frá førleikunum hjá tí einstaka og geva rúm til skapandi og likamliga hugasavning. Vit leggja dent á gott foreldra samstarv, og at børnini verða møtt av álítandi, viðurkennandi og hjartagóðum vaksnum, sum geva teimum neyðugu sálarligu og kropsligu avbjóðingarnar. Fyri okkum er tað altavgerandi, at børnini kenna seg sum tey týdningarmestu í verðini.
Vit hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú atgongd til ítróttarhøll og svimjihøll, og vit eru nógv útí í náttúruni.

Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum 6.45 og 17.00.

Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.

Vit bjóða:

  • Góð starvsfólka normering
  • Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp
  • Ein virknan gerandisdag har námsfrøðiligur ítróttur er í miðdepilinum.
  • Tætt samstarv millum starvsfólk og leiðslu.
  • Eitt roykfrítt arbeiðsumhvørvi.

Førleikar:

  • Tú er virkisfúsur og fakliga væl fyri.
  • Tú brennur fyri útilívi, rørslu og at arbeiða víð námsfrøðligum ítrótti.
  • Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við øll foreldur, børn og starvsfelagar.
  • Tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
  • Tú ert sjálvstøðug(ur), álítandi og hevur gott yvirlit.
  • Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.

Tað er ein fyrimunur, at tú:

  • Dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
  • Dámar at arbeiða uttandura og í náttúruni
  • BSc útbúgving í námsfrøðiligum ítrótti ella líknandi kann vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770 130 ella
teldupost morten@vestmanna.fo.

Umsókn:
Umsókn saman við CV skal sendast til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”barnsburðarfarloyvi”
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. November 2025 kl. 12.00.
Samrøður verða i viku 47.

Líknandi størv

HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025
Roknskaparleiðari til Apoteksverkið   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025
Føðsluatstøðari   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið